#kjak
Explore tagged Tumblr posts
toftegaard · 1 month ago
Text
Tá ið vit tosa framvið hvønn annan: Ein persónlig reflektión um konfliktina millum Leiv og Marionnu
Tumblr media
Eg má viðganga, at tað var spennandi og undirhaldandi at fylgja við konfliktini millum Marionnu og Leiv, sum byrjaði á Facebook og endaði í útvarpinum. Hetta var ikki bara undirhaldandi drama á sosialum miðlum, men ein spegilsmynd av nøkrum, ið eg sjálvur havi upplivað so mangan: hvussu fólk við ymiskum bakgrundum og ættarliðum halda seg at tosa um tað sama, men í roynd og veru tosa framvið hvønn annan.
Søgan í stuttum
Sum tey flestu vita, byrjaði alt við, at Marianna Nagata legði eftir Leiv Thomsen á Facebook fyri hansara viðgerð av "Femininomen" í vikuskiftissendingini. Hon segði, at hann "hataði" slík kvinnutónleikatiltøk – ein sterk ákæra, sum skapti ein langan tráð av viðmerkingum.
Sjálvur fylgdi eg facebook tráðinum, og varð stórliga yvirraskaður tá Terji Rasmussen kimaði inn og avlýsti konsertirnar við fleiri kvinnuligum tónleikarum, tí tær høvdu tikið part við Marionnu.
Men tað, sum veruliga fekk meg at hugsa, var tá tey bæði hittust í útvarpinum. Har sá eg nakað, ið eg kenni alt ov væl aftur úr mínum egna lívi.
At síggja meg sjálvan í konfliktini
Tá eg lurtaði eftir samrøðuni millum Leiv og Marionnu, var tað sum at síggja eina spegilsmynd av konfliktum, eg sjálvur havi verið í. Virginia Satir hevur eitt modell fyri samskifti í konfliktum, sum eg eri vorðin fascinereraður av – kanska tí eg kenni meg sjálvan aftur í hesum.
Tumblr media
Eg má erliga viðganga: Eg eri ein "super-reasonable" persónur, tá eg eri undir trýsti. Akkurát sum Leivur, so spyrji eg eftir hørðum prógvum, hagtølum, og empiriskum kanningum, tá eg kenni meg kroystan. "Hevur tú nøkur føroysk tøl?" spurdi Leivur, tá Marianna nevndi kanningar úr Danmark. Eg tók meg sjálvan í at nikka, tí eg hevði sagt akkurát tað sama.
Men tað er ræðuliga lætt at goyma seg aftanfyri tøl – ein fella eg ofta eru dottin í. Við at fokusera uppá metodologiskar spurningar, kunnu vit sleppa undan at tosa um tað, sum veruliga liggur undir konfliktini: kenslur, upplivingar og virðir.
Ættarliðsgjógvin í mínum egna lívi
Tað, sum serliga talaði til mín í hesari konfliktini, var ættarliðsgjógvin. Akkurát sum Leivur (í 50'unum) og Marianna (í 20'unum) hava ymiskar mátar at skilja heimin, so upplivi eg ofta somu gjógv tá eg tosið við onnur, ið eru frá einum øðrum ættarliði.
Eg minnist meg hava sagt okkurt, sum eg helt var vanligt skemt, men sum dóttir mín peikaði á og segði, at eg var niðurgerandi fyri ein ávísan bólk. Mín default reaktión er ofta klassisk "super-reasonable": " Hvørjar greiningar vísa tað?", ella okkurt annað, har eg ikki fyrihaldi meg til tað kensluliga.
Tað var ikki fyrr enn seinni, at eg havi skilt, at eg var akkurát líka blindur sum Leivur tykist at vera í hesari konfliktini. Eg sá ikki mínar egnu blindvinklar, tí tað er so lætt at halda, at soleiðis sum heimurin er fyri mær, soleiðis er hann eisini fyri øll onnur.
Tá friður kemur undan rættvísi
Kanska tað, sum talaði mest til mín, var tá Leivur segði: "Kunnu vit ikki bara enda konfliktina her og nú?" – og Marianna svaraði, at hon ikki kundi gera tað, uttan at Leivur viðurkendi, at har var ein strukturellur trupulleiki.
Hesin parturin av samrøðuni fekk eina klokku, at ringja í mínum høvdi. Hvussu ofta havi eg ikki sjálvur gjørt akkurát sum Leivur? "Kunnu vit ikki bara sleppa hasum og koma víðari? " Uttan at skilja, at fyri hin partin, handlar tað ikki bara um at "sleppa" – tað handlar um at stríðast fyri at verða hoyrd og viðurkend.
Hvat eg læri av hesum
Henda konfliktin hevur fingið meg at reflektera yvir, hvussu eg sjálvur samskifti, serliga tá eg eri undir trýsti. Eg síggi nú, at:
Mítt "super-reasonable" samskiftismynstur er ikki altíð tað besta. Tá eg leypi beint yvir í saklig argument og tøl, missi eg menniskja aftanfyri orðini.
Tað er ikki altíð neyðugt við kanningum fyri at viðurkenna, at ein trupulleiki er til. Upplivingar hjá fólki eru eisini ein sannroynd.
Tá onkur sigur, at eg havi ein blindvinkul, er tað ikki ein persónlig átala – tað er ein møguleiki at læra nakað nýtt um meg sjálvan.
At flyta seg frá "rætt" til "betri"
Sjálvur arbeiði eg við at flyta meg frá "super-reasonable" til eitt meira balansera samskifti. Fyri meg merkir tað:
At lurta eftir royndum hjá øðrum uttan beinanvegin at krevja "objektiv" prógv
At viðurkenna, at kenslur – bæði mínar egnu og hjá øðrum – eru líka týdningarmikil sum fakta
At tora at vera persónligur og eymur, heldur enn at intellektualisera alt
At skilja, at veruligur friður kemur gjøgnum viðurkenning og fyrigeving, ikki við at sleppa málinum
Marianna og Leivur eru kanska ikki heilt komin á mál enn, men teirra samrøða hevur hjálpt mær at síggja míni egnu samskiftismynstur í einum nýggjum ljósi.
Eg haldi, at um vit leggja doyin eftir at síggja okkara egnu samskiftismynstur, og royna at fáa eina betri javnvág millum kenslur og fakta "leveling", so vænti eg, at vit megna at skapa eina betri samtalu tvørtur um ættarlið, kyn og perspektiv.
Hetta er ein persónlig reflektión grundað á eina almenna konflikt. Endamálið er ikki at taka støðu til hvør hevur rætt, men at brúka konfliktina sum eina spegilsmynd fyri mítt egna samskifti. Keldur: Facebook uppslagið: https://www.facebook.com/share/p/16GdwPnpP6/ Kjaki í útvarpinum: https://kvf.fo/greinar/2025/03/11/leivur-og-marianna-kjakast Teoriin hjá Satir Satir, Virginia ; Gomori, Maria ; Gerber, Jane . The Satir Model: Transformative Applications in Therapy, Organizations, and Personal Growth
0 notes
pesticidepvnk · 21 days ago
Text
jusggt john and ddoes
Tumblr media
7 notes · View notes
velvetwyrme · 2 years ago
Text
seeing that comic with edge wearing cat ears reminds me i drew something related to edge and cat ears back when i was still writing eovd amjsjmhjnbjd
5 notes · View notes
helloiamduck · 5 months ago
Text
gkq; kgmd; pgvd kg; kjak g udk kjg; rddpglu kjak ;sflh; pgvd Qnps;jQw alh gkq; ndiaf;d gqm kgodh
gk ja; a lamdw nfiaf;d gkq; ,jak mt msfkj ,alk; ks ;ate
nps;j g; a yddpglu ,jdod g ,alk ks ;rodah sfk alh odpab ta vls,w cf;k pgd hs,l
G kjglu kjdod ,a; alskjdo rs;k g ;a, kjak ,a; ;atglu ;smkjglu ansfk ,alkglu ks pgd hsl, ,gkj al alupd uodakdo kjal 180 hduodd;w alh kjakq; .dot ;gmgpaoe
G ap;s yddp apms;k pgvd g ,alk ks ndd kjd ypssow vglha cf;k ks nd pglu hs,l
matnd g ,g;j g hghlqk ja.d nsld; ;s g isfph ;kodaij sfkw alh mavd alt csglk ragl us a,ate
<dppw dglkjdo ,atw gk ndal; gkq; kgmd yso ndh ls,
ul app
Ok, so i just posted in dvorak typing over a qwerty keyboard about somthing specific, and it actually helped ig?
anyways, as i said before, gn!
15 notes · View notes
cc-cuttlefishculler · 1 year ago
Text
Tumblr media
if you were ever curious. like i was. for some fucking reason. here are the h•s a<b-o fic numbers. these were the top 5 most common
dir%kjak*e- 21
d~aveka&t- 32
st*ride*rc*est- 47
er_iso÷l- 21 (mostly by the same person)
da^vejoh(n- 25
1 note · View note
angelsbodie · 2 years ago
Text
Dzis postanowilam ze nie zjem sniadania i nic nie biore do szkoly.
Chce schudnac i przy okazji pomoc mamie oszczedzic kase bo przez moje binge-okresy duzo na jedzenie wydawala.
Ona chyba wie ze jest ze mna cos nie tak, nawet jej mowilam ze mialam napady itd. Tylko ze ona mysli ze glodowki i wymioty po jedzeniu to normalne i czesc dojrzewania, przynajmniej mi sie tak wydaje ze jej sie tak wydaje.
I tak ja kocham wiem ze chce dla mnie kjak najlepiej
3 notes · View notes
nastyalover123 · 2 years ago
Text
Kavky jsou skvělé, všechna láska kavkám.
119 notes · View notes
nightshadowhawk · 4 years ago
Text
Tumblr media
this took me 3 hours for some reason ?!????!!!!!?,.,.? but here it is finally KWJKAJSK worked on and off it for the past couple days lollll
87 notes · View notes
toftegaard · 30 days ago
Text
Kontórshavnbrillur: Tankar um Fuglafjørð og restina av Føroyum
Tumblr media
Eg eri uppvaksin í Fuglafirði, men búgvi nú í Tórshavn. Eg eri limur í einum bólki, sum er fyri fuglfirðingar á Facebook. Her uppstanda ofta kjak um ymiskt sum rørist í býnum. Eg havi eg lagt merki til eitt mynstur, sum ofta uppstendur, tá onkur hevur okkurt at klaga um.
Tvey lið, eitt spæl
Tá onkur skrivar um okkurt, tey eru misnøgd við í Fuglafirði - kanska at kavi ikki verður ruddaður skjótt nokk ella at vinnulívið dálkar sjógvin - so gongur tað ikki leingi, áðrenn býurin býtir seg í tvey lið.
Á aðrari síðuni hava vit tey, sum siga: "Jú, hetta er ein trupulleiki, vit mugu tosa um."
Á hini síðuni hoyrast røddir, sum bagatellisera trupulleikan: "Hetta er bara grenj og fjas"
Serliga eksplosivt verður tað, tá onkur dittar sær at kritisera vinnulívið í býnum. Skjótt koma tey fram, sum vilja minna okkum á, at "uttan hesi arbeiðspláss, høvdu nógv fólk ikki búð í Fuglafirði." Um eitt virkið ger okkurt, sum kanska ikki akkurát fylgir reglunum, kanst tú vænta at nøkur standa klár at verja fyritøkuna.
Heimurin gjøgnum Kontórshavnbrillur
Men eg má vera erligur: Eg havi mínar egnu blindvinklar. Eg búgvi í Tórshavn, har tað mesta av arbeiðinum er í tænastuvinnuni og almenna geiranum. Tí er tað lætt hjá mær at halda, at sjálvandi skal umhvørvið verjast.
Eg havi ikki longur mína gerandisdag í Fuglafirði. Eingin fer at siga við meg: "Um hetta virkið má lata aftur, missir tú arbeiði." Um t.d. Havsbrún flytur úr býnum, so merkir tað einki fyri meg. Tí er tað lætt, at loyva mær at hava "prinsippir" uttan at tað bítur meg í halan.
Tjóðin í tvíningum: Russland, fiskur og prinsippir
Tað er ikki bara soleiðis í Fuglafirði. Uppá landsplan er akkurát sama mynstur, sum endurtekur seg, bara í størri skala. Tak t.d. fiskivinnuavtaluna við Russland.
Hóast Føroyar hevur fylgt ES viðvíkjandi boykotti, so hevur fiskivinnuavtalan við Russland elvt til nógv kjak. Avtalan gevur russiskum skipum atgongd til føroyskan sjógv, og tað eru tað fleiri sum eru ótrygg um.
í Tórshavn tosa vit um "trygdarpolitikk" og "altjóða støðuna". Uttan fyri høvuðsstaðin, serliga støð, ið hava hava skip, sum fiska í russiskum sjógvi, er tað ein heilt annar veruleiki. Har snýr tað seg um verulig arbeiðspláss og veruligar inntøkur.
Hvørja ferð eg hoyri meg sjálvan siga, at "sjálvandi skuldi henda avtalan verið strikað," má eg minna meg sjálvan á, at tað ikki er mítt arbeiði, sum hongur í einum tunnum tráði.
Hví enda vit í hvør sínari skuffu?
Sálarfrøðin kallar hetta "sosialan identitet" - vit síggja okkum sum partar av bólkum, og vit verja áhugamálini hjá hesum bólkum, tí tað er partur av, hvørji vit eru.
So tá eitt umhvørvissinnað havnarfólk og ein fiskivinnuarbeiðari í Fuglafirði tosa saman, eru tað ikki bara tvær meiningar, sum møtast - tað er tvær verðir.
Eg kann ikki lata vera við at hugsa, at eg eri vorðin ein sovorðin "sofaástøðingur" - ein, sum situr heima í sofuni og heldur seg vita, hvussu alt eigur at vera, uttan at eg veruliga kenni avleiðingarnar.
Brúgvar ístaðin fyri múrar
Tá tað er sagt, so haldi eg at tað er sunt, at vit hava báðar síðurnar í almenna kjakinum. Vit hava brúk fyri fólki, sum skapa arbeiðspláss, og fólki, sum sigur frá, tá okkurt ikki er í lagi.
Men hvussu kunnu vit tosa saman, so tað ger mun?
Vit mugu byrja við at lurta fyri at skilja - ikki bara fyri at svara aftur. Tá onkur sigur: "Hesir kritikkarar skilja einki um vinnulívið", so spyr: "Hvat er tað vit ikki skilja?" Tá onkur sigur: "Hesir vinnulívsmenninir hugsa bara um pengar", so spyr: "Hvat stendur uppá spæl fyri teg í hesum?"
Tað snýr seg um at viðurkenna, at báðir partar ofta hava góðar grundir fyri sínum sjónarmiðum, hóast vit ikki eru samd. Tey flestu ynskja tað besta fyri Fuglafjørð, fyri Føroyar - bara frá sínum egna sjónarhorni.
So næstu ferð, tú sært eitt kjak á Facebook, har tað eru deildar meiningar, so hugsa um, hvat hvør persónur hevur uppá spæl. Tað er ofta ikki ein tilvildarlig træta - tað er ein djúp, menniskjalig søga um, hvar vit hoyra til, og hvat vit hava at missa.
Og kanska tað viktigasta: Vit kunnu vera ósamd, uttan at vera óvinir. Vit kunnu byggja brúgvar, hóast vit búgva á ymiskum oyggjum.
0 notes
luci-cunt · 4 years ago
Text
Puppy owning be like
he's the cutest thing I've ever seen in my life. if he bites me one more time I will bite back. "his energy's starting to go down! he only needs 4 walks a day!" "what are you fucking chewing on--" "If you wake me up at five am one more god damned time--" I would literally destroy the entire world on a whim for him. "I'm going to sell you for petty change." "Why do you respond to 'Mutt' more than your own name--?" "This walk isn't for me, I work a fulltime job--get up off the ground and walk." "If you have the energy to throw a fit you have the energy to go on a walk." "When I say 'come here' it means come *here* not run the opposite fucking direction--" "Bro I worked 10 hours today I will not deal with you wanting to bite my fucking hand off." "Ok maybe I will a little bit you're fucking adorable." "Mom you can't hold him like that--" "mom don't spoil him so much." "mom please I'm trying to teach him good manners I don't care if you're grammy I swear to god--" "Oh my god he's sick and he's going to die and I was a horrible parent and I can't believe I let this happen and--and he's fucking chewing on my dresser handles and perfectly fine now why did I stay up all fucking night--"
1 note · View note
nobody-knose--archive · 5 years ago
Text
im . not doing well today
#god it's not a disaster or anything but ehhhhhehehh#ive been nothing but sidetracked all day it's so hard to do homework and ive got a lot of it and it's hard#and i was kinda badly stimulated or something during supper and it was really uncomfortable#i tried sitting somewhere else to be on my computer this afternoon and it did nothing good for me#twice today my jaws felt all weird when i eat something#maybe even thrice#because ive been clenching my jaw so hard without even noticing once#im even mildly nauseous right now from all of this it's just not doing me good#and tomorrow's going to have fukcing world history and i can't stand it#i feel like ive been using nothing but the worst ways to stim today it's just not good at all#ive been trying to do like 3 projects today and i can never just decide to do one and get it over with#fuck i shouldve been encoding this#;jamd hsfnpdf g; ismma nfk#g vls gm afkg;kgi alh app nfk gkq; odappt alltglu js d.dotkjglu ja; cf;k nddl ;s jaoh alh hgyygikfpk alh flismysokanpd alh fljarrt kshat#g hslk vls jt g hslk vls jt g.d nddl alkglu ks a;v yso jdpr so ;smdkjglu app hat cf;k ;s g ial udk kjd ;kfyy kjak g.d nddl yddpglu#rod;;fodh ks hs s.do gkj app hat nfk g cf;k ialk g ialk d.dl a;v yso jdpr ndiaf;d gm ;s glkdod;kdh gl hsglu altkjglu nfk#haml gk appe g jsrd kjg; jdpr; ;smdjak so ;smdkjglu g cf;k gm vglha kgodh alh ;kod;;dh#g ;kgpp ja.d ks hs mt sov alh nt ush g odappt alk ks hs gk alh ut ush g odappt alk ;smd jdpr#;guje alh ;iodam ksse rpda;d#rant#tis i#could delete later
4 notes · View notes
weaselishmcdiesel · 2 years ago
Note
squish squash sounda ma heart da beat goes oughn and ugfnn and onf d an f wek kjak
starshipppps were meant to flyyyyyyyy hands up and touch the skyyyyyyyy
8 notes · View notes
twigstarpikachutroll22 · 4 years ago
Text
WHY AM I ONLY SEEING THIS NOW TOO SFIJGRGNOIRSNGLIRSE
Tumblr media
A scene redraw
Drawing the Chef as human was difficult and I did not forgive Creek.
44 notes · View notes
heoneyology · 6 years ago
Note
HAPPY TEARS ARE OKAY THEN I’m glad it made your day cause it’s the truth~ I’ve always been a huge fan of your gifs. They should get lots of note, they’re well deserved. I love your gifs, can’t say that enough, and I do miss them lots. But I’ll wait anxiously for the day you start making them again~💙 Agreed! He looked so handsome and mature (if that’s the right word I’m looking for) with that style and color! I’d love to see that again
KJAK;LDSJFKDSF WOW YOU TRYING TO MAKE ME CRY MORE IS THAT IT WHAT ARE THESE SWEET WORDS AAAAAAAAH
oof I think mature is a good word he just looks... stunning and like... really regal?? cries he’s handsome and that cut and style on him was gOOD and just that entire photoshoot for ALL of them!!!
2 notes · View notes
444names · 3 years ago
Text
nord names from tes + brythonic deities + tolkienesque and french forenames
Aberar Abid Adingryk Adren Aelik Aertinn Aggoon Aghte Aladjalwë Alatgrun Aldance Aldsen Alesste Algaldsen Allod Aminer Amoroth Anar Andla Anew Angarwyne Anger Angfryn Ansel Anskalar Anss Arat Argekkar Arkmar Asgeforb Assigeiran Aste Axdra Aximdi Azen Baki Banorfairl Baralevar Barilf Barineknif Bathod Baug Belet Belierk Belkyrwine Beomulfróf Beran Beredar Beridilki Betip Betir Bjadood Bjak Bjasto Bjeg Bjemgord Blafte Bline Bolm Bond Booma Bord Boreng Borger Borste Brar Brariksky Bras Bravwe Brejarield Brenrant Brid Briksen Bris Bros Brund Bruvid Bryn Burr Buxe Cend Chadrion Chant Cock Colwyn Corbie Daldirik Dancas Dang Demel Dolaist Dordla Dorkor Drank Dravar Drokurga Drorbekir Drór Eand Ebrags Einen Eirène Elfte Ellild Elmoreda Elou Elurgeir Embeid Emin Eousarid Erarkeris Eresagdur Erkerd Evil Eärwin Falbjak Fald Falmayerd Fjodhad Fjorvaric Fluguthar Forn Forne Fort Frek Fren Fria Fringolf Froissen Frokmitter Frolfhil Froll Fron Fruck Fryn Fyggeng Gals Gandroda Garkvin Garud Gein Geir Genowenry Genrik Georthamar Gissen Gjald Gjumermirë Glod Godheddade Gorus Gres Gridie Grines Grolë Grumbarda Gryk Guesa Gundard Gunfen Gunmir Gwel Haere Haerg Haker Halfesen Halwyngen Hamengur Hammelang Hanamitee Hande Harhirles Hariird Harvone Havanaus Havidood Hearushair Heatjar Hecalda Hegur Heirksen Helda Helfine Hild Hjody Hjol Hjolrelda Hjornssa Hjotheid Hlof Hloros Hlotrilher Hoagelf Horbra Hordog Horfnhil Horns Horsen Horthein Hosgarren Hrantur Hreeborcin Hrejar Hrisaer Hrorn Hugus Humfild Hursenres Hyllea Héottir Ifen Ighna Inmalbald Inne Inni Iondi Iorsen Ithiljar Ivarvik Jakoren Jaralmojis Jarfen Jarke Jarsen Jear Jegrys Jeme Jern Jerr Joftherek Jolarl Jold Jolla Jord Jormwyrn Jornus Jorvi Jorviduin Jytt Jérès Kalduild Karel Karlaitte Kathjartz Kjak Kjasguk Kjeathgan Kjenrelgyr Kjold Kjorbis Knirel Koralf Korfi Kotra Kroga Kulraesser Kunest Kyria Kília Lalistr Landin Lauggeirt Legnyr Lemis Lensen Lenti Lergil Linellar Ling Lingense Little Loaran Lormar Losen Lotte Loudgjafur Lowreff Lumbrigg Lunde Luner Lyesensen Lynluf Maele Magnir Mantion Marag Marap Marariding Mard Maring Marsenvard Masgen Massen Meng Merowmar Merver Miisgar Ming Mingeourn Mojalfre Mojarc Mojeaberik Monariguil Monellim Mororri Myrstonend Nenwulvarn Neteir Nilith Ninear Ning Nirel Njadvale Norunvalt Nuda Oethimid Ogasgra Oklema Olfbruda Orblon Ormulfa Otheandir Othelar Ounteren Paldarakir Poveekar Raland Ralfhit Randinèse Rarn Reiribett Renowhi Rhar Rogmi Rolgar Ronge Ronus Rémil Sabbar Sabita Sabja Saernedyen Salda Scall Senssend Shaling Sheik Shensen Shin Sile Silm Sisaeld Siven Skadlemar Skaig Skir Skulredda Skunjormar Skurik Skuronild Slaar Sloarkezl Smilde Smélic Snongrear Snosten Somund Sorabbar Sorart Sordann Sorlormitë Sorn Stanse Sturé Suwen Sval Svalda Svarcold Svegist Sveri Svern Swind Talstbord Tarne Tertalumar Thadeler Thafis Tharious Tharn Thda Theldsen Then Thie Thir Thjodesen Thogling Thorjar Thrane Thundin Théoth Tigun Tonne Torsth Trer Tulenne Twen Tyrwer Ulfarn Ulfix Ulfulfind Ulfwilfa Ulli Ulra Ulrarren Ultar Ulwë Undin Undre Valdnysry Valis Valvo Varaline Vart Vattleth Vilionnia Virnse Virt Vkorial Volr Vulf Vánar Waliette Wava Whettil Whild Wick Widagnès Wrasger Wuuf Yelchaldin Yleirfi Éodmuglaf Éodwyn Íria
0 notes
trespassers-will · 7 years ago
Text
Tagged by my sister! @coloursthatliebeneath​
The rules are:
Post the rules
Answer the questions given to you by the tagger
Write eleven questions of your own
Tag eleven people
1. Think about where you were five years ago and think about where you are now. Do you like where you have ended up so far?
Five years ago, I was a sophomore in high school. Compared to then, I’m happy where I’m at. I actually have friends that want to be around me now?? The bar is so low lol But yeah, I’m studying writing and publishing, and that’s been my dream for a long time, I’m still playing my flute, so yeah. Things are pretty good.
2. If you have a job/career, was it something that you originally had planned? If not, what changed?
I don’t have a legit job. Over the summers, I work at Subway, which like takes years off my life just cause I hate it so much. Hopefully I’ll not work there in the future.
3. What helps you get motivated?
Deadlines. Like, if it’s due the next day.
4. Describe to me your ideal place to be to relax.
My bedroom at home, on my bed, snuggled up with my cat and a nice book.
5. Is there anything about yourself that very few people know?
No. Lol I’m an open book.
6. Is there anything that you do now that your younger self swore you wouldn’t ever do?
like girls a;skdflajds;kjaks;a
I listen to American music now, along with my other international music tastes, which was something I swore off in like, 7th grade.
7. If you have pets, do you allow them to be on your furniture?
Uh, yeah? Where else are they gonna go
8. Is there any annoying habits that your friends do? Would you/ have you ever confronted them about it?
Yeah. But I probably won’t confront on the majority of it (don’t worry, it’s not a huge list, just a couple of things) just because it’s me mostly just being overdramatic and those habits don’t hurt anyone
9. Are you a sensitive person?
Yes. Next question.
10. What is your Myers-Briggs Personality type? Do you believe in things that categorize you based on your personality? (such as this, astrology, etc.)
INFP. Just like Yoongi, Jungkook, and Namjoon~
I kinda believe in it? But I also just like personality things because they’re fun so I just do them to humor myself
11. When was the last time you have spoken to your parents?
Like two days ago I think.
My questions!
1. What music video most closely resembles your aesthetic?
2. Which Winnie the Pooh character do you most relate to?
3. If you had one of EXO’s superpowers, which one would you have?
4. If you could dye your hair any color, what would you choose?
5. Favorite season?
6. Favorite seasoning?
7. How messy is your room right now?
8. What animal do you most relate to?
9. What language would you like to be fluent in that you’re not already?
10. If you could time travel to any location/era, where and when would you be?
11. Favorite artist (like art, not music)?
I tag:
@yoongiismyassthetic @samlederpmuffin @sxpphicsol @heartbp @thunderkrystal
2 notes · View notes